Sær svart út hjá Trump

Tað skal nærum eitt undur til, um Donald Trump skal megna at gerast næsti forseti í USA. Tað tykist at gerast alsamt klárari eftir at fleiri og fleiri kvinnur eru farnar at deila søgur um hvussu Donald Trump skal hava verið ónærisligur ella gjørt seg kynsliga inn á tær.


Seinast í røðini eru fýra kvinnur, sum í amerikanskum miðlum hava greitt frá, hvussu forsetavalevnið hevur verið í so nærgangandi mótvegis teimum.


Nýggju ákærurnar koma í kjalarvørrinum av eini torføra viku hjá Donald Trump, har Hillary Clinton hevur økt munandi um leiðsluna.


Umframt at Hillary Clinton hevur klárað seg munandi betri enn Donald Trump til bæði kjakini, so er eingin ivi um, at ein av orsøkunum nýggju leiðsluna hjá at Hillary Clintonm er at størsta evnið seinastu dagarnar hevur verið sambandið hjá Donald Trump við hinum kyninum.


Fleiri óhepnar søgur, ljóðbrot og sjónbandabrot eru komin undan kavi seinastu dagarnar, ið hava elvt til at fleiri kendir stuðlar hjá Donald Trump, umframt leiðandi republikanarar, hava tikið almenna frástøðu frá forsetavalevninum.


Tað sæst eisini aftur í tølunum. Sambært yvirlitinum hjá Real Clear Politics er nú 5,5 prosent á muni millum forsetavalevnini, umframt at mett verður at demokratiska valevnið í løtuni hevur 95 fleiri valumboð enn Donald Trump.