Sær rættiliga svart út

Steðgur er í semingsroyndunum millum reiðarar og manningarfeløgini í løtuni, men klokkan 17 fara semingsmenninir at meta um, hvørt tað loysir seg at koma við semingsuppskoti. Longu klokkan 17 í dag fara semingsmenninir í samráðingunum millum reiðarar og manningarfeløg at taka støðu til, um tað yvirhøvur loysir seg at koma við nøkrum semingsuppskoti millum partarnar.

Tað var fríggjadagin klokkan 13, at semingin byrjaði, men sum skilst á semingsmanninum, Terja Sigurðsson, er framvegis rættiliga langt millum partarnar.

- Vit hava aftur verið saman við pørtunum í mongun, og nú er ein steðgur til klokkan 17 í dag. Tá fara vit at meta um, hvørt tað yvirhøvur loysir seg at koma við einum semingsuppskoti millum partarnar ella ikki, sigur Terji Sigurðsson.

Hann sigur seg slett ikki duga at meta um, hvat fer at spyrjast burtur úr, tá partarnir fara at fundast aftur klokkan 17 í dag.

Hann vísir á, at freistin, sum er sett til á middegi í morgin, er bara galdandi, um partarnir eru saman, og semingsmenninir meta, at nakað yvirhøvur er at samráðast um.

- Semingsroyndin, sum nú hevur vart síðan fríggjadagin klokkan 13, hevur ikki hevur gingið væl, sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður.

Portalurin kann leggja aftrat, at koma reiðarar og manningarfeløg ikki ásamt um nýggjan sáttmála, verður í fyrsta lagi allur heimaflotin lagdur..

Hetta kemur at merkja, at eingin fiskur kemur upp á land, og tað fer so aftur at ganga út yvir landarar og annars alla fiskavirking við ringvirkningum á landi.