------------------------
Ineffektiv leiðsla og ineffektiv játtanarskipan føra við sær, at føroyska sjúkrahúsverkið søplar einar 100-140 milliónir krónur burtur um árið, sigur Jákup Petersen, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum í eini bersøgnari gjøgnumgongd av sjúkrahúsverkinum.
-------------------------------
Jákup Petersen, yvirlækni.
1. partur.
-------------------------------
Tað føroyska sjúkrahúsverkið er í støðugum politiskum andgletti. Skipanin sum vit hava, førir ikki til framburð, men heldur til, at vit grava skotgravir. Ein nevnd fyri og onnur eftir gongur og melur í teimum somu gravunum uttan at fáa lyft hvørki skipan, leiðslu ella kanning og viðgerð uppá eitt framkomið støði.
Seinastu rembingarnar eru, at viðgerðin innan føroyska sjúkrahúsverkið skal savnast á Landssjúkrahúsinum fyri síðani at verða flutt av landinum.
Ineffektiv játtanarskipan og leiðsla gera, at vit árliga søpla burtur umleið 100 - 140 milliónir krónur av landsins skattakrónum, bert roknað innan sjúkrahúsverkið.
Eitt spjatt heilsuverk, sum verður rikið av politikarum
Sjúkrahúsverkið hevur av náttúrligum orsøkum munandi áhuga millum landsins borgarar. Tað snýr seg jú um grundleggjandi møguleika og rætt borgaranna, tá ið teir fáa skaða ella gerast sjúkir. Sostatt er tað nærliggjandi, at persónar, sum vilja profilera seg alment, hava sjúkrahúsverkið sum eitt av føstu hornasteinunum í teirra framløgu.
Tað hevur tó altíð undrað meg hvussu tað ber til, at kommunulæknar, sum hava størsta árinið á fólkaheilsuni í Føroyum, so at siga ikki verða tiknir uppá tungu. Verða teir nevndir, snýr tað seg oftast um, at tað mangla kommunulæknar, at tað eru alt ov nógvir vikarar o.t., men tað verður lítið talað um serlæknar, høgan kvalitet, neyva stýring av játtan, effektivan arbeiðshátt, gjøgnumskygni, demokratiskt eftirlit o.s.fr. á hesum økinum.
Ætlanir eru frammi um, at savna kanning og viðgerð á Landssjúkrahúsinum fyri síðani at flyta alt av landinum.
Í Dimmalætting 9 februar eru at síggja myndir av tveimum djúpt hugsandi monnum. Annar er sjúkrahússtjórin á Landssjúkrahúsinum, Tummas í Garði og hin er landsstýrismaðurin í Almanna- og Heilsumálaráðnum, Hans Pauli Strøm.
Saman við tíðindamanni Dimmalættingar, Janusi Haraldsen, verður høvdið aftur lagt í blot um, hvussu vit skulu leggja til rættis tilgongdina innan sjúkrahúsverkið.
Enn einaferð verður gingið á gomlu gøtunum. Neyðugt er at miðsavna verður sagt. Og Tummas í Garði leggur afturat, at “Tað er heilt upplagt, at vit fara at miðsavna viðgerðartilboðini í føroyska sjúkrahúsverkinum. Eg vil siga, at tað er ein hóttan at spjaða tey út á fleiri sjúkrahús. Tað er at brenna óneyðugar resursir av”. So er tað sagt!
Nú veit eg ikki hvør tað er, sum Tummas í Garði kallar fyri “vit”. Hann er læknastjóri á Landssjúkrahúsinum og hevur so vítt eg veit ikki ábyrgd av sjúkrahúsverkinum sum so. Hinvegin er so mikið trupult við gjøgnumskygni, at eg kann fara skeivur.
Tá læknastjórin er liðugur at siga hetta, leggur hann afturat, at vit framyvir fara at kanna sjúklingar í Føroyum fyri síðani, at senda teir avstað til viðgerðar uttanlands, og bert viðgerða triviellar (smávegis) sjúkur í Føroyum.
Hann er sostatt talsmaður fyri, at miðsavna føroyska sjúkrahúsverkið til Landssjúkrahúsið fyri síðani at flyta viðgerðina víðari til Keypmannahavn og Reykjavík ella líknandi støð. Her var vist okkurt sum ikki ruggaði rætt. Fyrst skal viðgerðin samlast á Landssjúkrahúsinum fyri síðani at flytast av landinum. Halló – er tað nakar sum fylgir við!
Landsstýrismaðurin vil hava kvalitet í veiðgerðini og at peningur ikki fer fyri skeyti.
Landsstýrismaðurin er royndur politikari og viðgerð málið útfrá, at vit skulu hava kvalitet í viðgerðini og at peningur ikki skal fara fyri skeyti ímeðan arbeitt verður. Virðismiklir grundarsteinar at hava, men ikki beinleiðis nakað nýtt. Harafturat leggur hann dent á, at vit mugu gera eina ætlan fyri hvat og hvar vit viðgera í Føroyum og hvørjar sergreinar/serlæknar vit skulu hava. Hetta taki eg sjálvandi fult og heilt undir við og vóni, at um vit skulu halda á við tí skipan vit hava í dag, at tað verður skjótt arbeitt á hesum øki.
Føroyska sjúkrahúsverkið verður ferð eftir ferð viðgjørt politiskt og endar hvørja ferð við einum politiskum vilja um at hava 3 sjúkrahús í Føroyum. Hetta verður av leiðandi persónum mett sum ein forðing heldur enn ein møguleiki.
Tað Føroyska sjúkrahúsverkið arbeiðir innan karmin á Løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 við seinri broytingum (seinast broytt fyri tveimum árum síðani).
Her verður í almennu reglunum í kapitul 1, millum annað sligið fast, at verkið fevnir um tey 3 sjúkrahúsini, Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús og tilhoyrandi stovnar. At øll sjúkrahúsini hava rætt til at seta á stovn sergreinir og at tað skal verða minst eitt mediskinskt og eitt kirurgiskt yvirlæknastarv.
Tað sum hevur eyðkent ymisk arbeiði, rapportir, tilmæli o.s.fr., tá tað kemur til sjúkrahúsverkið, er, at omanfyri nevndi karmur hevur verið mettir sum ein forðing í arbeiðnum, og ikki ein møguleiki ella rættur til at menna verkið. Hetta hevur serliga gingið út yvir tey smærru sjúkrahúsini, sum ikki hava verið tikin heilt í álvara og annars eru sloppin at siglt sín egna sjógv.
Tílíkt hevur so ført við sær ónøgd frá sjúkrahúsum og politikarum og enda við væntandi samarbeiði, óneyðugum illgrunum, ineffektiviteti og sostatt hevur ov lítið verið fingið úr givnum játtanum.
Tað er av stórum týdningi, at tað framyvir verða gjørdar ætlanir har øll 3 sjúkrahúsini verða tikin í álvara so at tey kenna seg trygg og soleiðis óttaleys kunnu ganga inn í eitt fruktagott samarbeiði.
Stundin er komin til at menna okkara sjúkrahús og geva teimum meiningsfullar uppgávur í einum framkomnum samfelag.
Helst er tað so, at hvørt land sær má gera eina niðurstøðu um, hvussu sjúkrahúsverkið skal síggja út. Í Føroyum hava vit 3 smá sjúkrahús, og tann dag vit halda nakað annað, er vandi fyri, at menning og játtan fara av lagi. Tað er onki sum talar ímóti, at vit kunnu fáa eina nøktandi dygd á øllum 3 sjúkrahúsunum við, at gera ein góðan struktur og eitt gott samarbeiði innan verkið.
Gjørd er ein ørgrynna av kanningum viðvíkjandi kvalitetinum og búskapinum hjá smáum og stórum sjúkrahúsum, og nakar stórvegis munur hevur ikki verið at funnið.
Eitt ávíst samband hevur verið at sæð í kvaliteti samanborið við talið av sjúklingum fyri hvønn lækna ella fyri hvørja eind. Talið av sjúklingum fyri hvønn sjúkrahúslækna í Føroyum er næstan eins fyri øll sjúkrahúsini, so her skuldið ikki verið nakar trupuleiki. Tá tað kemur til struktur, kvalitet og kostnað, so hevur tað týdning at visitatiónin av teim ymisku sjúklingabólkunum verður stýrd rætt fyri at fáa sum mest burturúr.
Rakstrarliga (ikki fakliga) tykist optimala sjúkrahússtøddin at liggja millum 200 – 400 seingjarpláss. Sjúkrahús omanfyri 600 seingjarpláss eru vanliga kostnaðarmikil at reka. Hinvegin eru ringar royndir av at leggja sjúkrahús saman. Væntaðu stórrakstrar sparingarnar verða sum oftast etnar upp av óvæntaðum eykaútreiðslum og øktari leiðslu, stýring og ferðing.
Opinleiki í leiðsluni, greiðar ætlanir, tryggar kósir og klár endamál kunnu tó vekja inspiratión og fáa starvsfólk sjálvi at stýra og koordinera og sostatt sleppa frá teimum endaleysu fundunum. Hetta førir ofta til bæði sparing, effektivitet og kvalitet.
Annars ávirkast raksturin á sjúkrahúsum m.a. av, hvussu nógv gomul fólk eru í upptøkuøkinum, hvussu sosialu umstøðurnar eru, hvussu røktarumstøðurnar eru í kommununi og hvussu langt er til næsta sjúkrahús. Hetta og líknandi umstøður gera tað neyðugt, at eisini hugsa landsbúskaparliga, tá ið ætlanir verða lagdar fyri sjúkrahúsverkið.
Vit stríðast við eina ineffektiva leiðslu á okkara sjúkrahúsum. Hon er ein leivd af fakfelagsstríði og ein forðing fyri rationellari drift av sjúkrahúsunum. Peningur fer fyri skeyti.
At enda er tað so sjálv sjúkrahúsleiðslan, sum kann liggja í buktini. Fylgjandi í fótasporunum hjá ávísum grannalondum og grundað í ítøkiligum leiðslutrupulleikum á Landssjúkrahúsinum, varð Dansk Institut for Organisations Studier, eisini kallað, DIOS, biðið at gera eina kanning av leiðsluskipanini á Landssjúkrahúsinum.
Teir komu við eini heilt greiðari niðurstøðu og gjørdu eitt sera greitt og framskygt tilmæli, sum síðani ikki varð fylgt!
Sjúkrahúsið (og seinri alt sjúkrahúsverkið) skuldið leiðast av einum sjúkrahússtjóra og einum varasjúkrahússtjóra. Undir hesum, skuldu verða 4 deplar harav 3 skuldu leiðast av læknum, styrktir við 3 yvirsjúkrasystrum viðvíkjandi røktini. Tann fjórði og sokallaði, servisudepilin, skuldið leiðast av búskaparfrøðingi.
Sum kunnugt sá henda skipan ikki dagsisns ljós orsaka av fakfelagsstríði, og fallið varð aftur í eitt slag av súluskipan, har ein broytt depilskipan var sett í verk, meðan ovasta leiðslan varð mannað við einum lækna, einari sjúkrasystur og einum sjúkrahússtjóra. Hetta er meira ella minni tann sokallaða troykaleiðslan, sum illa fæst at fungera nakra aðrastaðni. Og hon hevur heldur ikki fungerað hjá okkum.
Úteftir letur leiðslan vita, at hon arbeiðir sum ein eind, men inneftir er tað sum tað altíð hevur verið við troykaleiðslum. Hvør leiðslulimur roynir í sínum lagi at leggja inn undir seg umráði at ábyrgda, seta seg sjálvan sum formann fyri nevndir, fegnast um, at trupulleikar eru sum ein sjálvur kann “loysa”, skapa sær vald og ávirkan við at spjaða og ráða, samstundis sum skaptir verða fleiri trupulleikar enn teir sum verða loystir.
Á henda hátt kunnu tey einstøku í leiðsluni fáa makt og ávirkan. Tílíkt hevur m.a. ført við sær, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum í stóran mun ikki hevur tikið sær nóg mikið av málum, sum hon fyrst og fremst eigur at taka sær av, nevnliga búskapi, lønum, sjúklingahagtølum, kvalitetstrygging, rokniskapi, innkeypi o.s.fr.
Eg kann fara skeivur, men eg haldi ikki at Landssjúkrahúsið hevur hildið eina einastu játtan seinastu mongu árini. Hetta sjálvt um tað, ár undan ári, hevur fingið økt um játtanina.. Ístaðin fæst hon við smálutir á sjúkrahúsinum, sum áttu at verið útdelegeraðir til sjálvstøðugar persónar, bólkar, nevndir, deildar- og depilsleiðslur. Við eini tílíkari leiðsluskipan er framburður útihýstur.
Tørvur er á at fáa eina meira framkomna fyrisitingarliga skipan sum tað, sum nevnd er í DIOS-rapportini. Tørvur er eisini á at miðspjaða
kompetansu, at loysa mál heilt úti á deildunum og í deplinum, at útbúgva deildarleiðsluna og geva tí komandi stjóraskrivstovuni møguleika at menna fyrisitingina.
Hetta fer so eisini longri fram at føra øll 3 sjúkrahúsini undir sama stjórahatt og fáa deplarnar at gjalda fyri øll 3 sjúkrahúsini, og harvið eisini tryggja tey smáu sjúkrahúsini.
Endaleysa kjakið um tað skulu verða 3 sjúkrahús í Føroyum er burturspilt tíð og peningur.
Tá tað kemur til talið á sjúkrahúsum í einum landi, so er hetta eisini sera individuelt og kann ikki dikterast útfrá sammeting við nakað einstakt land. Åland hevur 3 sjúkrahús, Svøríki hevur 97, Danmark hevur 96, Grønland hevur 16, Finland hevur 340 og Ísland hevur 27 sjúkrahús.
Skuldu vitt mett okkum við Åland so skuldu vit havt 5 sjúkrahús men sammetingin við Svøríki skuldi givið okkum 0,5 sjúkrahús í Føroyum.
Sammett við Danmark skuldu vit havt eitt, sammett við Grønland skuldu vit havt 13, sammett við Finland skuldu vit havt 3 og sammet við Ísland so skuldu vit havt 5 skúkrahús í Føroyum.
Vit hava 3 sjúkrahús og tað er lógarfest. Um hesi sjúkrahús skulu virka sum sjúkrahús, mugu tey hava funktiónir sum gera tað áhugavert hjá yvirlæknum at arbeiða har. Higartil hevur verið lítið hugsað um at styrkja henda partin.
Í Sosialinum í morgin
Tveita pengar út
ígjøgnum vindeygað
Okkara sjúkrahúsverk hevur nú eina játtan sum er á leið við okkara grannalond. Skulu vit nú blint játta meira pening? Higartil hevur økt játtan frá politikarum harafturat í summun førum verið brúkt til onnur endamál enn ætlað varð, sigur Jákup Petersen, yvirlækni