##med2##
Verturin, Tróndur Arge dúkaði við tí stóra fótbóltspanelinum, ið vardi tveir senditímar á FM1 seinnapartin í dag.
Gestir vóru Jákup Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum, og Leivur Frederiksen, samskipari av fótbóltsfrásagnunum á Televarpinum og fyrrverandi ítróttarredaktørur í Kringvarpinum.
Jákup Ósá og Leivur Frederiksen mettu um avrikið hjá øllum 10 liðunum í Betrideildini 2020, og søgdu hvør eftir teirra tykki hevði toppað, og hvør hevði floppað.
Jákup og Leivur greiddu eisini frá hvønn teir høvdu valt til ársins spælara, og teir mettu um steypafinaluna millum Víking og HB, ið verður leikt á Tórsvølli klokkan 16 í morgin.
FM1 sigur beinleiðis frá steypafinaluni. Byrjað verður at senda beinleiðis klokkan 15.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Fótbóltspanelið.