SÍ og KÍF møtast í Sørvági

SÍ og KÍF møtast í meistaradeildini hjá kvinnum í kvøld. Bæði liðini skulu vinna dystin, tí umráðandi er hjá báðum at hála inn á oddaliðini

FLOGBÓLTUR

Dystur verður í Sørvági í kvøld í meistaradeildini hjá kvinnum. Her møtast bestu liðini hjá SÍ og KÍF, og júst hesi bæði liðini hava ikki havt ta bestu gongdina síðstu dystirnar. KÍF hevur ikki vunnið nakran dyst, síðani tær vunnu á júst SÍ í fyrsta umfari. Hjá SÍ hevur heldur ikki gingið heilt eftir vild. Tær hava vunnið tveir dystir, men í tveimum teimum síðstu dystunum hava tær tapt fyri tveimum av oddaliðunum, nevniliga TB og ÍF.
Nú hava hesi bæði liðini møguleikan at draga eitt sindur inn á oddaliðini. Um SÍ vinnur, so koma tær uppá seks stig, og sostatt vera tær bert fýra stig aftanfyri Drátt á fyrsta plássi. Hjá KÍF ræður eisini um at vinna. Tær hava ikki spælt serliga væl síðstu dystirnar, og tí skulu tær prógva, at tær eiga at liggja longri uppi á stigatalvuni, enn tær gera í løtuni.
Dysturin millum SÍ og KÍF verður í fimleikahøllini í Sørvági í kvøld kl. 19.00.