Súni syrgdi fyri GÍ sigri

Umskipa?u fuglfir?ingarnir mistu javnleikin stutt undan leikloki, tá i? teir hugdu at linjuverjanum og lótu vandamiklasta gøtumannin skjóta mál

Hvussu langt er ta? sí?ani, at ÍF hevur vunni? á GÍ. Spurningurin var relevantur í hálvleiksste?ginum í d?rdarve?rinum í Fuglafir?i sunnudagin, har ta? væl sást, at talan var um fyrsta t?dningarmikla dystin eftir meiri enn mána?a langan feriuste?g.
Svari? er, at ta? framvegis er langt sí?ani ? rættuliga langt sí?ani, at ÍF seinast fekk fult ímóti gøtumonnum.
Hesa fer? helt ÍF lei?lsan frá fimm minuttum undan ste?ginum og til eitt korter eftir ste?gin. Magni á Lakjuni, sum var tann fuglfir?ingurin, i? dugdi best vi? bóltinum, fekk heimamenninar í heilt gott lag, tá i? hann vi? fínum frísparki úr 23 metrum lyfti upp um manngar?in og umvegis stólpan leg?i bóltin í neti? aftanfyri Hall Hansen.
Beinanvegin í 2. hálvleiki var um reppi?, at ÍF økti um lei?sluna. Eftir fínt álop í vinstru, leg?i Hanus Eliasen frá baklinjuni og út frá til Høgna Zachariassen, sum tveitti seg fram og tóktist skula skjóta upp í nettaki?, men júst í skotroyndini var? fuglfir?ingurin takla?ur, og so spurdist einki burturúr.
Súni Olsen javna?i, tá i? hann sneiddi framvi? tveimum og úr stø?u einar tríggjar metrar inni í brotsteiginum og eitt sindur til høgru smekka?i í handara sí?uneti?.
Ta? var leingi púra opi?, men sum tí?in lei? vóru ábendingar um, at ta? var størri tyngd í hjá GÍ. Málmøguleikarnir vóru fáir og smáir, og ta? var eitt sindur tilvildarligt, tá i? GÍ fekk sigursmáli?. ÍF verjan blokera?i skotroynd frá Popczynski uttanvert brotsteigin. Bólturin støkk inn um verjuna og eitt sindur til vinstru. Súni Olsen var fyrstur á honum, og me?an teir rey?u hugdu út á linjuverjan, smekka?i vandamikli ma?urin bóltin í kassan. Tá vóru f?ra minuttir eftir, og harvari? var greitt, at fuglfir?ingar enn eina fer? høvdu tapt ímóti gøtumonnum.

Einki at reypa av
Samanhangandi fótbóltsspæli var ta? einki serligt av í grannauppger?ini. Oftast gekk ta? illa at finna vi?spælarar, og sjálvt stuttar sendingar og dey?bóltar úr ikki kroystum stø?um vóru óneyvt avgreidd.
Mi?vallarspæli? var ikki serliga væl skipa?, og á bá?um li?unum var talan um partvíst n?ggjar konstellatiónir. Hjá ÍF var Jan Guttesen saman vi? Høgna Zachariassen. Hanus Eliasen var á toppinum, me?an Bartal Eliasen, sum nú er vor?in li?forma?ur, var fluttur aftur í mi?verjuna.
Hjá GÍ vóru Símun Louis Jacobsen og Poul Henning Jacobsen á sentrala mi?vøllinum. Súni Olsen, sum oftast fyrr í ár hevur veri? meiri verjukendur mi?vallari, var hesa fer? rættuliga frammarlaga. Ov frammarlaga tóktist ta?. Men ta? var Súni, sum skora?i bæ?i GÍ málini, og ta? hev?i í sí?sta enda alt at siga.

ÍF-GÍ 1?2 (1?0)
1?0: Magni á Lakjuni 41.
1?1: Súni Olsen 59.
1?2: Súni Olsen 84.
Dómari: Eiler Rasmussen
ÍF: Karstin Joensen ? Áki Petersen, Viggo Johannesen, Bartal Eliasen, Rúni Elttør ? Fritleif í Lambanum (Teitur Joensen, 77.), Jan Guttesen (Høgni Madsen, 86.), Høgni Zachariassen, Ey?olvur R. Petersen (Sverri Ellingsgaard, 86.) ? Hanus Eliasen, Magni á Lakjuni
Gult kort: Jan Guttesen
Reytt kort: Rúni Elttør
GÍ: Hallur Hansen ? Poul Ennigar?, Kaj Ennigar?, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen ? Áslakur R. Petersen (Jónreid Dalheim, 60.), Símun Louis Jacobsen (Poul Andreas Jacobsen, 70.), Poul Henning Jacobsen, Hans Pauli Petersen ? Súni Olsen, Krzystof Popczynski
Gult kort: Áslakur R. Petersen, Súni Olsen, Atli Gregersen