AaB vann aftur í donsku superliguni í gjár, og hesaferð var Súni Olsen millum málskjúttarnar. AaB spældi ímóti botnliðnum Vejle og vann 2-0.
Tað tók sína tíð hjá AaB, sum hóast stóra leikliga yvirvág hevði trupult við at finna meskarnar. 20 minuttir undan leikloki fekk Mattias Lindström sent bóltin í kassan. Og tíggju minuttir seinni kundi Súni Olsen staðfesta sigurin. Hann sendi bóltin innfyri við frisparki, og onkursvegna sigldi bólturin beina leið í netið. AaB er nú ájavnt OB í kappreningini um bronsuplássið í donsku superligni.