Súni Olsen hevur lagt trýst á seg sjálvan undan landsdystinum hjá Føroyum móti Estlandi komandi mikukvøld. Við danska bold.dk sigur føroyski landsliðsspælarin, at hetta vónandi er eitt gott forum at prógva sítt virði fyri ein komandi arbeiðsgevara. Viborg, sum Súni spældi við í vár, flutti niður úr donsku superliguni, og Súni hevur gjørt av, at hann ikki leingir sáttmálan við felagið.