Súni Fríði Johannesen gjørdist toppskjútti í bestu deildini. Hann skoraði øll trý B68 málini leygardagin, og harvið fór hann so at siga á málstrikuni framum Marcello Marcellino. Súni Fríði er skrásettur fyri sekstan mál í ár, og Marcello er skrásettur fyri fimtan mál. Tilsaman hava teir báðir skorað 31 av teimum 43 málunum, sum B68 fekk í júst lokna kappingarárinum.
Og tað eru líkindi fyri, at teir báðir fara at skora fleiri mál fyri B68. Í morgin farra teir báðir brasiliumenninir á Toftum, Marlon Jorge og Marcello Marcellino, til hús í vetrarfrí. Teir hava báðir skrivað undir nýggja avtalu við B68. Teir skulu vera aftur á Toftum 1. mars.
Vit skilja á lagnum, at fleiri feløg hava spurt eftir teimum báðum málslúkunum hjá B68, men teir fara ongan veg. Súni Fríði Johannesen hevur eisini skrivað undir nýggjan sáttmála, og so er spurningurin, nær toppskjúttin í ár og í 1995 fer at runda mál nummar eitt hundrað.
Higartil hevur Súni Fríði skorað 95 mál í landskappingardystum í 1. deild. Besta árið var í 1995, tá hann skoraði 24 mál. Næstbesta árið var í 1998, tá HB gjørdist meistari, m. a. tí Súni Fríði skoraði 18 mál. Ta ferðina var Jákup á Borg toppskjútti í bestu deildini við 20 málum.
B36 hevur skorað flest mál í bestu deildini. Málini eru býtt út á nógvar spælarar. Jákup á Borg er toppskjútti í B36 við sjey málum. jh
Máltindurin 1992?2000
1992: Símun Petur Justinussen, GÍ 14 mál
1993: Uni Arge, HB 11 mál
1994: John Petersen, GÍ 21 mál
1995: Súni Fríði Johannesen, B68 24 mál
1996: Kurt Mørkøre, KÍ 20 mál
1997: Uni Arge, HB 24 mál
1998: Jákup á Borg, B36 20 mál
1999: Jákup á Borg, B36 17 mál
2000: Súni Fríði Johannesen, B68 16 mál