Nú hava spælararnir á superligaliðnum hjá AaB fingið feriu. Teir hava seinastu vikurnar spælt í Viasat Cup, men tann kappingin er nú av, og fram til 29. juni hava Súni Olsen og hinir frí frá venjing. Teir hava tó fingið boð um at renna og styrkivenja hesa tíðina. AaB æltar sær at spæla tríggjar venjingardystir í juli mánaði sum fyrireiking til nýggja kappingarárið í superliguni. Ein av dystunum hjá AaB verður ímóti Fremad Amager, har Andrew av Fløtum er ein av spælarunum.