Súni fær verjustyrk

AaB hevur styrkt sær um verjuna við at tryggja sær Ole Tobiasen úr FCK
Ole Tobiasen, sum byrjaði yrkisleið sína í Ajax, var eisini eitt langt skifti á danska landsliðnum, men tveir krossbandsskaðar á rað syrgdu tó fyri, at útlendska ævintýrið endaði.
Í FCK hevur hann verið støðugur partur av verjuni hjá hvítu leyvunum, har hann hevur spælt 140 dystir.
Avtalan er skrúvað soleiðis saman, at AaB í fyrsta umfari leigar spælaran frá FCK. Á nýggjárinum gongur sáttmáli hansara við hvítu leyvurnar út, og er nýggi sáttmálin við AaB longu gjørdur.
AaB sá seg noytt at styrkja um verjupartin á liðnum, tá norski Trond Andersen her fyri skifti til Brøndby.