Sýnið er ov vánaligt

Veðrið er fínt á sjónum, men sýnið er vánaligt. Tað ber við sær, at startdómarin higartil ikki hevur mett tað vera ráðiligt at senda 5-mannaførini við gentum avstað.

Mjørkin er so mikið tjúkkur og sýnið harvið so mikið vánaligt, at tað ikki sæst av Argjahøvda, har startmálið er, og inn á Molan.

Stýrimenninir hava tískil í løtuni einki stavnhald at stýra eftir, og tí verður tað bíðað eina løtu við kappróðrinum.