Holland
Súni Olsen styrkti sunnudagin um sína støðu á landsliðnum. Annan leygardag skal landsliðið spæla í Slovenia. Fleiri av føstu miðvallarunum eru leikbannaðir. Súni Olsen man vera ein av møguleikunum fyri avloysara. Á heimavøllinum í Zwolle styrkti ungi gøtumaðurin um sína støðu.
Zwolle hevði vitjan av Go Ahead Eagels. Talan er um tað felagið, sum Jan Allan Müller eitt skifti umboðaði fyri tíggju árum síðani.
Næstsíðsta vikuskifti varð Súni Olsen innskiftur. Hesa ferð fekk hann møguleikan á framrættaða miðvøllinum frá fyrsta bríksli, og tað spældi væl av. Súni var við allar 90 minuttirnar, Zwolle vann 4?1, og hollendskir fjølmiðlar halda, at Súni Olsen stóð seg væl.