Sørvágs kirkja er um vikuskifti karmur um bæði list og gospelkonsert.
Tað er countryfestivalur í Sørvági hetta vikuskiftið, og tað merkir eisini kirkjuna.
Í sambandi við aftankvirruna í kirkjuni, sum var í gjárkvøldið og verður í kvøld, verða myndir hjá Sigrun Gunnarsdóttir sýndar fram millum klokkan 19 og 22.
Í gjárkvøldið segði Sigrun Gunnarsdóttir frá síni list og Nomi Thomasen sang. Í kvøld lesur Jónley á Løgmansbø úr egnum yrkingarsavni. Valdemar á Løgmansbø syngur og spælir
Í morgin klokkan 12 er guðstænasta og gospelkoncert við Halli Joensen, Kristinu Bærentsen og Joen P. Hansen (Beddi)