SÍ nærkast oddinum

SÍ vann tryggan sigur í meistaradeildini hjá kvinnum, tá tær vitjaðu hja Mjølni. Við sigrinum eru tær nú heilt nær oddinum.

Mjølnir-SÍ 0-3 (21-25, 23-25, 16-25)


Leygardagin var dystur í millum topp og botn í meistaradeildini hjá kvinnum, tá Mjølnir tók ímóti SÍ. Gongdin hjá SÍ hevur verið sera góð síðstu dystirnar, og tær hava støðugt hála inn á oddaliðini. Hjá Mjølni hevur eisini gingið hampiligt síðstu dystirnar, men undan dystinum mátti SÍ metast at vera favorittur.
SÍ fekk eisini betru byrjanina upp á dystin. Sjálvt um munurin ikki var stórur í fyrsta setti, so megnaðu sørvágskvinnur at vinna hetta 21-25.
Var fyrsta settið javnt, so var annað settið enn javnari. Her var at kala eingin munur á liðunum, og settið kundi fari báðar vegir. At enda var SÍ tó enn einaferð oman á, og úrslitið av øðrum setti gjørdist 23-25 til SÍ.
Nú tóktist Mjølnir missa móti, og í triðja setti var stórur munur. Her var SÍ betra liðið allan vegin, og hetta settið megnaðu tær eisini at vinna 16-25. Við sigrinum heldur SÍ góðu gondini, og nú eru bert tvey stig upp til oddaliðini.