SÍ nýggjan formann

Føroysku fótbóltsfeløgini skifta óført formenn í hesum døgum, og seinast hevur SÍ  sum bæði umfatar fótbólt og flogbólt  fingið nýggjan formann. Eftir aðalfundin hevur starvsnevndin í felagnum skipað seg við Eivin Jacobsen sum formanni. Rannvá Gásdal er næstformaður og skrivari og Jóhan á Ørg er peningarøkil. Fótbóltsnevndin og flogbóltsnevndin hava ikki skipað seg enn.