Hús, tekjur ljósmastrar og mangt annað hevur fingið skaða í Norðragøtu í morgun. Illveðrið hevur rakt Eystur kommunu hart, og tað sæst týðiliga á hesum myndunum, sum lesarar hjá in.fo hava sent inn. Enn er ógreitt, hvussu nógvir skaðar hava verið, men eingin ivi er um, at illveðrið hevur longu havt stórar avleiðingar við sær.
Trýst á myndirnar undir greinini fyri at síggja tær í fullum líki.