Símun umhugsar at gevast á hægsta støði

Símun Eliasen úr Fuglafirði hevur í mong ár nýtt nógva tíð til fótbólt, hetta hevur hann ætlanir um at broyta. – Fótbólturin fer við nógvari tíð, og samstundis havi eg alsamt meiri at gera í mínum starvi sum verkfrøðingur, sigur Símun. Hann sigur seg eisini vilja nýta meiri tíð saman við konuni og døtrum teirra

Grein frá 10-10-2007


Símun Eliasen byrjaði at spæla fótbólt við barndómsfelagnum, men ÍF skuldi ikki gerast hansara einasta felag, til tað vóru evnini heilt einfalt ov góð. Eftir ÍF vóru liðini, Símun umboðaði; KÍ, Århus Fremad, HB, F.C. Århus og Viby I.F. og nú seinast, EB/Streymur.


Familjan

32 ára gamli Símun og kona hansara eiga tvær døtur og tær eru ávíkavist 6½ og 3 ára gamlar. Yrkisleið hansara er verkfrøði og valdi hann at fara hesa leið í 1997, tá hann bleiv álvarsliga skaddur av fótbólti, sum hann tá spældi í Århus Fremad.

- Onki er so ringt at tað ikki er gott fyri okkurt, sigur Símun skemtandi og fortelur so víðari, at hann breyt beinið eftir bert tveimum vikum í felagnum í Århus, og fekk tað hann at umhugsa víðari lestur.

Símun arbeiðir í dag hjá fyritøkuni HMP-Consult og býr nú í høvuðsstaðnum.


Felagsliðið

Tá Símun verður spurdur um hvussu tíðin hjá honum hevur verið í felagsliðnum, svarar hann at tað hevur verið ein góð tíð fyri hann og hann fer altíð at goyma minnini frá hesu tíð, væl.

- EB/Streymur er eitt felag, ið hugsar eins nógv um framtíðina, og tað ger um nútíðina og besta lið felagsins. Símun er av teirru áskoðan at hetta er av alstórum týdningi, at so er, um lív skal vera lagað einum liði sum EB/Streymi.


Árið í ár

Kappingarárið hjá EB/Streymi í ár má sigast at hava verið heldur svingandi, og tó. Við sínum sigri í finaluni í steypakappingini hevur felagið, fyri fyrstu ferð í søguni, tryggjað sær luttøku í UEFA CUP kappingini.

Vit høvdu nógvir skaðar at dragast við tey fyrstu umførini í landskappingini, fingu eina heldur trilvandi byrjan, og tað sást aftur á laku úrslitunum, fortelur Símun og leggur afturat at tá skaddu profilarnir komu aftur á liðið, fingu teir liðið at “koyra”.


Framtíðarútlit

Eg meti at felagsliðið stendur einari bjartari framtíð í møti, tí teir hugsa framyvir og seta spælarar við, so hvørt sum teir koma til rætta aldur, sigur Símun og sipar til allir teir ungu spælararnir, EB/Streymur hevur í hópinum. Hann heldur áframm við at siga at hetta viðførir eina náttúrliga útskyfting av spælarum.

Hann metir at EB/Streymur hevur eina unga “stammu” á liðnum, so tað skuldi verið undarligt, um hesir ikki skuldu megna at staðið seg líka væl í framtíðini, ella kanska betur enn inniverandi lið.


ÍF og uppflyting

Hvat dámar tær at barndómsfelagið aftur er flutt upp í bestu deildina?

- Eg eri sera fegin teirra vegna og ynski teimum alt tað besta framyvir, svarar ein avgjørdur Símun.

Símun heldur at um ÍF skal vera lív lagað í Formula deildini, so mugu teir fáa styrk. Tó metir hann at tað eru nógvir leikarir knýttir at felagnum, ið kunnu fara at standast væl. Her hugsar hann um nógvu ungu andlitini í ÍF.

Aloftast tá eitt minni felag flytir upp, hevur tað hug til at hyggja uttanfyri landoddarnar eftir styrki, heldur enn at royna seg við teimum ungu lokalu kreftunum, ið longu eru í felagnum. Hetta metir Símun vera óheppið. Hann kundi betur hugsað sær at man fór til verka á ein annan hátt.

Vit áttu kanska at spart peningin og nýtt hann aðrastaðni. Samstundis kundi man hugsast at tilfeingið, ið longu er tilknýtt felagnum, venur oftari og meira málrættað, hugleiðir ein hugsunarsamur Símun Eliasen.


Venjarastarv í Fuglafirði?

Herfyri hoyrdist at Símun hevur fingið tilboð úr barndómsfelagnum, um at vera hjálparvenjari hjá nýuppfluttu bygdamonnum sínum. Hetta vil Símun ikki vátta, men vil viðurkenna at partarnir hava tosað saman.

Hann vil ikki siga nakað um hvat hann fer at gera framyvir, innan ítróttarheimin, men viðgongur at tað nokk fer at kribla í fótliðunum, tá líður móti kappingarbyrjan, komandi kappingarár.

Tá Formaðurin í ÍF varð settur spurningin um hann vildi hava Símun sum hjálparvenjara, svaraði hann at




Myndatekstur:


(Símun Eliasen í Gundadali, frá hansara tíð í HB)