Landsliðsspælarin Símun Samuelsen skoraði eitt av málunum, tá ið felag hansara, Notodden, tapti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í gjár. Notodden legði seg á odda 1-0 eftir upplegg frá Símun Samuelsen, og síðani økti Símun sjálvur til 2-0. Mandalskameraterne javnaðu til 2-2, men so legði Notodden seg aftur á odda. Endin var tó, at Mandalskameraterne bæði javnaðu og løgdu seg á odda 4-3, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum