Símun á SAS arenuni

Ein føroyingur fer í kvøld í europeiska eldin. Tað er Símun Samuelsen, sum saman við liðfeløgunum í Keflavík, skal spæla á útivølli á SAS arenuni í Herning ímóti FC Midtjylland. Íslendska ferðalagið lendi longu týsdagin í Danmark.

Útgangsstøðið hjá Keflavík er ikki so galið. Eitt sindur óvæntað vann Keflavík fyri tveimum vikum síðani 3-2 á heimavølli ímóti FCM. Símun Samuelsen skoraði eitt av málunum hjá Keflavík.

Í FCM kendu teir tað sum stóran skelk, at tað ikki eydnaðist at vinna í Íslandi. Venjarin, Erik Rasmussen, sigur tað verða katastrofu, um tað í kvøld ikki fer at eydnast hjá fulltíðar yrkisspælarunum í FCM at vinna á Keflavík. Heimaliðið fer at leypa á við nógvum fólki, og teir ætla at pressa Keflavík frammarlaga á vøllinum.

Íslendska liðið hevur ikki verið púra fyri ongum í europeiskum høpi. Hetta er 15. ferðin, at teir royna seg í Europa. Fýra ferðir hevur tað eydnast at spæla seg víðari úr fyrsta innleiðandi umfarinum, men tað hevur tó ongantíð eydnast samantalt at vinna í 2. innleiðandi umfari.