90 min.
5-2
Liðugt!
HB hevur vunnið tryggan heimasigur á EB/Streymi, sum hevði stórar trupulleikar í verjupartinum.
Serliga Símun Samuelsen hjá heimaliðnum var væl upplagdur.
Sum 2. hálvleikur leið var tað eyðsýnt, at HB hevði fleiri streingir at spæla uppá, enn gestirnir høvdu.
HB-EB/Streymur 5-2 (3-1)
0-1: Gudmund Nielsen 15.
1-1: Fróði Benjaminsen 18.
2-1: Andrew av Fløtum 35.
3-1: Rógvi Poulsen 45.
3-2: Egil á Bø 58.
4-2: Símun Samuelsen 60.
5-2: Símun Samuelsen 70.
Dómari: Petur Reinert
HB: Marcin Dawid - Pætur Jørgensen, Tórður Hreiðarsson, Hans á Lag, Hendrik Rubeksen -
Símun Samuelsen, Levi Hanssen, Vagnur Mohr Mortensen, Fróði Benjaminsen, Rógvi Poulsen - Andrew av Fløtum
EB/Streymur: René Tórgarð - Kristoffur Jakobsen, Egil á Bø, Dánjal Davidsen, Leif Davidsen - Gudmund Nielsen, Bjarni Jørgensen, Gert Hansen, Marni Djurhuus, Daniel Udsen - Arnbjørn Hansen
85 min.
5-2
Áskoðararnir hava klappað Símun Samuelsen av vøllinum. Í hansara stað er komin unglingaspælarin Jógvan Skeel Nolsøe.
80 min.
5-2
Tað er vorðið friðarligt í Gundadali. Bíðað verður eftir síðsta bríksli.
70 min.
5-2
HB ætlar sær at taka av og at blanda seg upp í aftur kappingina um toppsessin, nú tað meiri enn hálvkiksaði hjá NSÍ á Argjum.
HB er nú frammanfyri 5-2.
Mest eyðsýndi spælarin í Gundadali í kvøld er Símun Samuelsen, sum hevur verið bæði í vinstra og høgra borði.
Símun Samuelsen átti 5-2 málið við rubb og stubb, tá ið hann sneiddi framvið fleiri og sendi bóltin framvið René Tórgarð í EB/Streyma málinum.
Arnar Dam hevur loyst Bjarna Jørgensen hjá EB/Streymi av.
Pól Grundveit Olsen hevur loyst Gudmund Nielsen hjá EB/Streymi av.
--------
65 min.
4-2
Brian Olsen loysir Kristoffur Jakobsen hjá EB/Streymi av.
60 min.
4-2
Eftir evarska lítlari løtu eru tvey mál skorað í Gundadali, so støðan er 4-2 til HB. Fyrst var tað Egil á Bø, liðformaðurin hjá EB/Streymi, sum minkaði um munin, tá ið hann við handara stólpa var leysur eftir innlegg.
Og ein minutt seinni var tað Símun Samuelsen, sum við fínum langskoti við høgra beini økti um leiðsluna
3-2: Egil á Bø 58.
4-2: Símun Samuelsen 60.
45 min+2
Hálvleikur!
3-1
HB hevur havt bóltin í góða løtu. Símun Samuelsen legði gott innfyri, og tá verjan ikki megnaði rættuliga at rudda burtur, so smekkaði Rógvi Poulsen bóltin upp í hornið.
Sum tíðin er farin, hevur HB verið væl betri.
3-1: Rógvi Poulsen 45.
40 min.
2-1
Tíggju minuttir undan steðginum hevur HB lagt seg á odda. Andrew av Fløtum hevur verið vandamikil alla tíðina. Bæði tá ið hann hevur verið heilt frammi, og tá ið hann hevur flutt seg aftur á vøllin fyri at vera við í uppspælinum.
Eftir horna og út frá varð bólturin lagdur inn í aftur brotsteigin, har Andrew av Fløtum úr ellivu metrum og púra blankur setti bóltin í málið.
Verjuspælið hjá EB/Streymi er alt annað enn gott!
2-1: Andrew av Fløtum 35.
25 min.
1-1
Tað gongur javnt á, og málmøguleikarnir hava ikki verið so nógvir. Trupulleikar eru í EB/Streyma verjuni, men enn hevur tað ikki kostað.
20 min.
1-1: Fróði Benjaminsen 18.
Eftir innlegg úr vinstru er tað HB liðformaðurin Fróði Benjaminsen, sum við høvdinum sendir bóltin í málið aftanfyri René Tórgarð.
15 min.
0-1: Gudmund Nielsen 15.
Fínt langskot eftir at Levi Hanssen í HB við høvdinum hevði spælt mótstøðumannin púra leysan
5 min.
0-0
HB-EB/Streymur kl. 17.30
Dómari: Petur Reinert
HB: Marcin Dawid - Pætur Jørgensen, Tórður Hreiðarsson, Hans á Lag, Hendrik Rubeksen -
Símun Samuelsen, Levi Hanssen, Vagnur Mohr Mortensen, Fróði Benjaminsen, Rógvi Poulsen - Andrew av Fløtum
EB/Streymur: René Tórgarð - Kristoffur Jakobsen, Egil á Bø, Dánjal Davidsen, Leif Davidsen - Gudmund Nielsen, Bjarni Jørgensen, Gert Hansen, Marni Djurhuus, Daniel Udsen - Arnbjørn Hansen









