Símun Petur gjørdi arbeiðið

Fótbóltur, 2. deild: Gamla kempan úr Gøtu avgreiddi tvørámenn, sum eru vornir alt meira tannleysir síðani Óli Johannesen fór til AGF

2. deild menn:

GÍ-TB 4-3 (1-2)


Eftir at tvørámenn høvdu verið á odda 2-1 í hálvleiki, tók gamli toppskjúttin hjá GÍ í 1. deild, Símun Petur Justinussen, fat, og hann gjørdi øll málini, tá GÍ vann 4-3.

Hann legði GÍ á odda, tá hann stútaði ein frísparksbólt í málið, men leiðslan hjá botnliðnum helt sær ikki leingi. Hallur Christiansen stóð við endan av einum gjøgnumspældum álop, og stóð á jøvnum aftur.

TB fór fram um, tá Dan Mortensen gjørdi gott mál. Hann fór sjálvur og sendi bóltin upp í samankomingina. 2-1 til TB var hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki, tá GÍ tók alt meira yvir, gjørdi Símun Petur Justinussen trý mál á rað. Tað fyrsta kom við brotssparki, sum var gjørt móti honum sjálvum. Símun Petur royndi at stúta eitt innlegg, men var togaður niður, og so sendi hann bóltin í málið av brotssparksblettinum.

Símun Petur legði GÍ fram um aftur, tá hann stútaði eitt hornaspark, sum varð sent til afturu stong, í kassan. Og tað gjørdist 4-2, tá málslúkarin stóð við endan av einum góðum GÍ-álopi. Bólturin var sendur inn fyri, og við fremra stólpan var Símun Petur fyrstu á og sendi í málið.

Teir gulu úr Gøtu stýrdu dystinum hesa løtuna, og liðið, sum hevur ligið tungt í vatnskorpuni nógvu tey seinnu umførini, vísti hesaferð vilja og ágrýtni, sum hevur mangla í onkrum dystum fyrr í ár.

TB minkaði til 4-3, tá Hallur Christiansen skoraði sítt næsta mál. Aftur hesaferð fekk hann bóltin í GÍ-brotsteiginum, og sendi hann í málið.

TB royndi at trýsta seinastu løtuna fyri at fáa útjavnandi málið, men tað eydnaðist teimum ikki. GÍ helt fast um leiðsluna, og tað vóru teir á heimaliðnum serstakliga væl nøgdir við,t á dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð. Nú er vandin av hjá GÍ -liðnum, og seinastu tvey umførini kunnu teir spæla frítt, uttan óttan fyri at flyta niður í 3. deild.