Notodden spældi um vikuskiftið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, og aftur hesaferð endaði tað við tapi hjá Notodden, har vágbingurin Símun Samuelsen er ein av spælarunum. Símun spældi við allar 90 minuttirnar hesaferð. Bryne koma á odda 1-0, og økti seinni til 3-1, áðrenn Notodden svaraði aftur. Sambært heimasíðuni hjá Notodden var Bryne betra liðið í dystinum, men Notodden stóð seg væl seinasta partin av dystinum.