Símun og teir taptu

Keflavík spældi í gjár ímóti oddaliðnum í íslendsku landskappingini, og tað endaði við einum teprum tapi. FH hevði undan dystinum ímóti Keflavík, har Símun Samuelsen spælir, vunnið allar sínar fýra dystir, og teir vunnu eisini tann fimta. FH legði seg á odda bæði 1-0 og 2-0, áðrenn Keflavík svaraði aftur. Símun og teir royndu at stríðast fyri at javna, men tað eydnaðist ikki. Símun Samuelsen var á vøllinum allar 90 minuttirnar.