Livandi boðskapurin, sum fyri trettan árum síðani kom út á kassettubandi, kemur nú út av nýggjum ? hesuferð sum fløga.
Tá fløgan kom út fyrru ferðina var tað Konoy Music, ið var framleiðari, men hesuferð er tað plátufelagið Tutl, ið stendur fyri útgávuni.
Sum á kassettubandinum eru tað Símun úr Konoy og Alex Bærendsen, sum syngja gospelsangir, sum eru týddir úr enskum til føroyskt. Í flestu førum er talan um umsett løg, sum Elvis Presley sang inn á plátu í síni tíð. Flóvin Tyril úr Norðagøtu hevur umsett næstan allar sangirnar.
Verkið er tikið upp í tónleikastuidionum hjá Regini Bjarnastein í Saltangará.
Á fløguni eru hesi løg: Mín Jesus veit, Mangir bústaðir í Faðirs húsi eru, Kend Harranum bert, Hond hans heldur míni trygt, Tú sást meg gráta í Guds húsi, Skjótt vit endan á lívsvegnum náa, Unga hjarta, Tað tigandi og Gud hin alvaldi álit mítt er.
Tónleikararnir eru Jákup Zachariassen, Pætur við Keldu, Kári Olsen og Godtfred Joensen. John Mortensen og Godtfred Joensen syngja kór.
"Livandi boðskapurin" fæst nú til keyps í flestu tónleikahandlum og eisini øðrum handlum í Føroyum. Nærri fæst at vita um fløguna við at venda sær til Tutl í Tórshavn.