Á fundi í gjárkvøldið varð Símun P. Jacobsen einmælt innstillaður til nýggjan sóknarprest í Sjóvar prestagjaldi.
Talan var um ein fund, har øll kirkjuráðini í sóknini vóru savnað til fund við tí í hyggju at innstilla tann nýggja prestin í Sjóvar prestagjaldi.
Í eina tíð hevur Henning Bøgesvang røkt kallið sum sóknarprestur í økinum, sum umfatar kirkjurnar á Selatrað, Strondum, Skála og Oyndarfirði. Nú fær kirkjufólkið altso sín fasta prest.
Símun P. Jacobsen kemur frá einum starvi sum sóknarprestur í Hvalba, har hann hevur verið fyribils settur fram til 31. desember í fjør. Sunnudagin hevur hann fráfaringargudstænastur í Hvalba og í Sandvík.
Nýggi presturin verður innsettur við eina gudstænastu 17. januar.










