Dan Brimsvík hevur í kvøld høvuðsábyrgdina av B36 liðnum, sum í Runavík stríðist fyri at vinna seg í steypafinaluna, sum verður um eina viku.
Tá ið Jákup á Borg var venjari hjá B36, var André Olsen hjálparvenjari. Hann plagar at vera viðmerkjari í sjónvarpsstovuni, tá ið landsdystir eru. Saman við honum plagar Símun Joensen at vera. Nú er Símun Joensen hjálparvenjari hjá B36. Hann vandi næstbesta liðið hjá B36 í farna kappingarári.
Saman við Símuni Joensen er fyrrverandi miðvallargeneralurin Róaldur Jacobsen hjálparvenjari hjá B36, og málmansvenjari er Frederik Odd Ingerslev.