Símun Eliasen heim at hjálpa ÍF

Fótbóltur: Jens Martin Knudsen fer kanska at verja málið hjá gøtumonnum, tí Sunnvard Joensen hevur fingið snudd

Gøtumenn taka hetta vikuskiftið eitt orduligt tørn við leikbannum. Ikki færri enn fimm av stuðlsspælarunum á 1. liði hava leikbann, og tað hevur við sær nógvar broytingar á liðnum hjá Johan Nielsen.

Magni Jarnskor, Súni Olsen, Sámal Joensen, Bartal Eliasen og Rúni Justinussen, sum allir onkursvegna hava landsliðsroyndir, verða millum áskoðararnar í Fuglafirði í morgin.

Ístaðin sleppa teir tríggir, sum sótu á beinkinum seinasta vikuskiftið, allir at byrja hesaferð. Teir eru fyrrverandi landsliðsmaðurin Álvi Justinussen, Leivur Hansen og Magni Jacobsen. Harafturat verða Erland Tvørfoss og Símun Petur Justinussen við eisini. Símun Petur Justinussen hevur verið sera vandamikil í 2. deild fleiri seinastu dystirnar, og nú vóna gøtumenn, at hann kann gera enn ein vørr í 1. deild.

Svend Olsen, sum hevur spælt á 1. liði fyrr í ár, verður helst eisini við, og so er væntandi at tveir ungir spælarar verða á beinkinum.

Málverjin hjá GÍ, Sunnvard Joensen, hevur fingið ein snudd, og á døgurða fríggjadagin fekk GÍ spæliloyvið hjá Jens Martin Knudsen. Verður Sunnvard ikki klárur spælir Jens Martin Knudsen helst.

GÍ liggur sum nummar tvey í landskappingini, og teir málið er at hanga í í gullstríðnum.


Símun heim at spæla

Fuglfirðingar styrkja seg tveir teir seinastu dystirnar við miðvallaranum Símun Eliasen, sum annars heldur til í Århus. Hann kemur á ÍF-miðvøllin fyri Abraham Hansen, sum ikki verður viðaftur í ár.

Verjuspælarin Tomek Przybylski hevur leikbann eftir ov nógv gul kort, men annars eru allir mans tøkir.

? Eg veit, at uppgávan er stór, sjálvt um GÍ hevur nógv leikbann, men vit fara at royna at vinna dystin, sigur venjarin hjá ÍF, Piotr Krakowski, sum enn ikki veit, hvar leiðin gongur næsta ár. Hann verður neyvan venjari í Fuglafirði, men hevur hug at halda fram í Føroyum.

Fyri fuglfirðingar hevur dysturin í Fløtugerði alstóran týdning, tí skal ÍF gera sær vónir um at fáa B71 aftur, skulu teir vinna vinna dystin. Gera teir ikki tað, er avgerðin fallin um, at ÍF verður eitt av teimum báðum niðastu liðunum.