Herfyri kom Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur, til ta niðurstøðu, at allir fýra limirnir í nýggja kringvarpsstýrinum, sum vóru hildnir at vera ógegnigir, vóru gegnigir.
Tó hevur spurnartekn verið sett við, um formaðurin, Símun Absalonsen, kann sita í stýrinum, av tí at hann er løggildur grannskoðari.
Mentamálaráðið hevur spurdi seg fyri hjá Skráseting Føroya um hetta mál, og haðani varð upplýst, at sambært § 10 í lógini um løggilda grannskoðan er høvuðsreglan, at løggildur grannskoðari ikki kann átaka sær almennar starvsuppgávur.
Strangari reglur
Í skrivinum til Mentamálaráðið frá Skráseting Føroya verður m.a. sagt, at “Skráseting Føroya hevur 22. januar 2007 havt samband við ’Revisorkommissionen’ um hetta mál. Galdandi føroyska grannskoðaralóg er tann sama sum fyrr galdandi danska lógin. Úr ’Revisorkommissionen’ varð sagt, at í DK var var forboðið í teirra gomlu lóg, sum svarar til § 10 í galdandi føroysku lógini, tulkað rættiliga strangt. Tað merkti, at grannskoðarar bert kundu átaka sær onnur størv ella uppgávur, um tað var heilt privat, so sum limur í nevndini í vøggustovu/barnagarði el.líkn. har barnið hjá teimum gongur.
Men eftir strongu tulkingini í DK, mátti grannskoðari ikki átaka sær nakað annað alment starv ella yrki.
Einasta undantakið var politikari. Sum valdur kommunalpolitikari, kann ein grannskoðari vera formaður í ymsum kommunalum nevndum – tó ikki øllum - enntá eisini borgarstjóri.
Grundgevingin er tann, at tað er borgarligt umboð at vera politiskt valdur.
Í DK er lógin síðani broytt fyri at fylgja ES-reglum, og nýggja danska lógin er ikki so strang á hasum økinum. Har verður hugt at ítøkiliga málinum, tá støða skal takast til um grannskoðara-starvið kann sameinast við annað yrki. Um grannskoðarin í ítøkiliga málinum kann átaka sær júst hetta starvið afturat, og samstundis varðveita starvi sum grannskoðari.
Galdandi føroyska og gamla danska grannskoðaralógin inniheldur almenna/generella forboðið ímóti, at grannskoðarar yvirhøvur kunnu átaka sær onnur almenn størv. Tulkingin í DK var, at bert fá undantøk eru frá hesum forboðnum”.
Møtti ikki á fundi
Sum løggildur grannskoðari hevur Símun Absalonsen sostatt ikki heimild til at sita í almennum nevndarsessi. Frávik frá hesi meginregluni kunnu tó gerast, um søkt verður um hetta, men hann møtti ikki á fyrsta fundinum hjá Kringvarpinum í gjár og seinni frættist, at hann hevði sagt seg úr sessinum.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sigur við Sosialin, at enn er eingin nýggjur formaður settur, og sostatt er varalimurin, Durita Djurholm, virkandi formaður í stýrinum fyri Kringvarpið. Landsstýrismaðurin sigur seg arbeiða við at finna nýggjan formann.
MYNDATEKSTUR
Lagið var gott, tá kringvarpsstýrið kom saman í gjár. Formaðurin, Símun Absalonsen, møtti tó ikki, og seinni frættist, at hann segði sessin frá sær
Mynd: Jens Kr. Vang
, møtti tó ikki, og seinni frættist, at hann segði sessin frá sær
Mynd: Jens Kr. Vang










