Magistarafelagið, har Símun er limur, hevur Símunar vegna skrivað til landsstýrismannin í mentamálum og kravt, at setanin av landsantikvari verður annullerað. Grundgevingin er bygd á ein fund, sum nevndin í Magistarafelagnum hevði við Símin.
Høvuðsniðurstøðan var, at orsakað av, at starvslýsingin í føroysku bløðunum ikki samsvaraði við starvslýsingina í danska blaðnum Magisterbladet, so hevði Símun V. Arge verið fyri órætti, tí hann ikki kendi til tey krøvini, ið vóru sett umsøkjarunum í tí donsku útgávuni.
Nú hevur landsstýrismaðurin í svarinum til Magistarafelagið víst á, at Símun alla tíðina hevur kent til ta donsku útgávuna av lýsingini. Hann fekk hana til kunningar og til ummælis, áðrenn hon varð sett í Magisterbladet.
Eg kann leggja afturat, at uttan mun til, um Símin ikki skuldi kent til ta donsku útgávuna av starvslýsingini, so hava teir søkt, og fyrireikað seg til setanarsamrøðurnar á somu fortreytum, og ikki ymiskum, sum Símun vil vera við: Tað er nevniliga so, at umsøkjarin, ið fekk starvið, brúkti ta føroysku útgávuna av starvslýsingini sum grundarlag fyri síni umsókn.
Eg havi í telduposti spurt bæði Símun V. Arge og Steffen S. Hansen um hetta, og havi frá Steffen S. Hansen fingið soljóðandi citat úr umsóknini hjá honum til landsantikvar:
"Landsantikvar på Føroya Fornminnissavn. Jeg har med stor interesse læst opslaget til ovennævnte stilling i Dimmalætting den 28.9.2002".
Frá Símun havi eg í skrivandi stund einki svar fingið, hóast rykt er eftir tí.