Sámal Joensen hevur um vikuskiftið verið á Ólafsfirði og hugt eftir umstøðunum hjá Leiftri. Men sambært Peturi Holm, skrivara og peningarøkili hjá GÍ, so er tað greitt, at Sámal fer at spæla við GÍ í ár 2000.
Tað hevur ljóðað, at klaksvíkingar og okkurt annað føroyskt felag eisini hava verið framvið og hava bjóðað landsliðsmanninum sáttmála. Nú er avgerð tikin um, at hann fer at halda fram í GÍ. Peter Holm, sum hevur havt við sáttmálasamráðingarnar við spælararnar at gera, vil ikki gera viðmerkingar til tað, men vit hava skilt á øðrum keldum, at Sámal Joensen hevur tryggjað sær, at tað skal bera til hjá honum at sleppa burturúr sáttmálanum, um tað aftur kemur upp á tal, at hann skal flyta uttanlands at spæla.
Vit hava áður skrivað, at Áslakur R. Petersen úr ÍF, og Christian Høgni Jacobsen og Helgi L. Petersen úr NSÍ komandi ár skulu spæla við GÍ. Nú er eisini greitt, at Óli Hansen, sum áður hevur spælt við NSÍ, skal spæla við GÍ komandi ár. Og harafturat veit Peter Holm at siga okkum, at Hallur Hansen úr Leirvík, sum hevur verið málverji hjá LÍF í 2. deild, samstundis sum hann hevur spælt við unglingunum hjá GÍ, skal venja við 1. deildarhópinum hjá GÍ komandi ár. Um hann fer at megna at kroysta Sunvard Joensen av liðnum er ein annar spurningur.
Samleikin
Tá vit spyrja Peter Holm, um hann ikki kvígur fyri, at sterki fótbóltssamleikin í Gøtu fer at hvørva, nú so nógvir spælarar koma aðra staðni frá og í felagið, svarar hann soleiðis:
? Hetta er ein spurningur, sum vit hugsa nógv um, og sum vit ætla okkum at arbeiða miðvíst við. Grundarlagið undir fótbóltinum í Gøtu er og fer altíð at vera, at fólkið stendur saman um liðið, og tað hevur stóran týdning fyri okkum, at gøtumenninir eru nógvir á liðnum.
? Tað eru fleiri ungir menn, sum vit hava roknað við kundu fara at gera seg galdandi. Higartil hevur tað gingið eitt sindur striltið. Kanska hava ikki allir spælararnir lagt tað í, sum skal til, men kanska hava vit í felagnum heldur ikki gjørt nóg nógv. Hetta arbeiða vit við, men eg kann ikki akkurát nú siga, hvat hetta fer at bera við sær fyri spælararnar.
Súni Olsen er einasti ungi gøtumaðurin, sum í fjør og í ár hevur bitið seg fastan á besta liðnum. Aðrir, sum roknað hevur verið skuldu kappast um plássini, eru Magni Jacobsen, ið spældi ofta í 1999, Leivur Hansen, sum onkuntíð var við, og Hans Pauli Petersen. Dánjal Pauli Dalbø er ein annar heilt ungur spælari, sum teir í Gøtu hava roknað við sum framtíðar 1. deildarspælara.