Sámal Toftanes í Snarskivuni

Í dag letur Sámal Toftanes upp myndlistaframsýning í Snarskivuni hjá Tórshavnar kommunu


Sámal Toftanes er úr Leirvík og hevur altíð málað.

- Eg máli náttúru og fólkalív og hvussu ljósið brytur fram og skapar dagin. Til dømis av Blankaskála, og so eisini menn, ið eru á fjalli. Ofta verður tað ljósið, ið miðsavnar myndaevnið, sigur listamaðurin á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu.


- Eg máli sjáldan til framsýningar, so hetta er spennandi, sæð í mun til at mála uppá bestilling. Tá sært tú bara hina einu myndina, sum so knappliga er burtur. Í hesum føri ber til at arbeiða miðvíst og í heildum. Tá sært tú skjótt, at hvør myndin bjóðar hinari av, sigur Sámal Toftanes.


Høvið verður at síggja teir áleið 15 málningarnar hjá Sámali Toftanes til og við 1. desember 2008.


Øll eru vælkomin til ein drekkamunn, tá framsýningin hjá Sámali Toftanes letur upp í dag klokkan 16, eins og at njóta myndlistina, tá Snarskivan er opin kl 9-16, hósdagar tó kl 9-18. Leygardag og sunnudag er ikki opið.