Sámal og Tórur gull

OYGGJALEIKIR: Føroysku skjúttarnir vóru tiknir á bóli í morgun, men tá avtornaði, vóru tað Tórur Fløtt og Sámal Debes, ið tóku øll hini á bóli

– Kanska høvdu okkara menn ikki stundir at fáa nervar, staðfesti formaðurin í Skjótisambandi Føroya, Sjúrður Knudsen, eftir at hansara skjúttar í skeet høvdu vunnið gull í liðkappingini seinnapartin í dag.

Dagurin byrjaði eftir liðini, tí føroysku skjúttarnir høvdu fingið at vita, at teir ikki – sum hinar dagarnar – skuldu byrja at skjóta klokkan átta, men ikki fyrr enn klokkan ellivu. Men hetta var ein feilur, og so var bara at leypa av songini og gera skjótt av.

– Tíbetur gekst væl, tí Sámal Debes og Tórur Fløtt snøgt sagt smurdu allar hinar av, sigur Sjúrður Knudsen, ið er sera væl nøgdur við gullið, tað eydnaðist skjúttunum í skeet at vinna í dag.

Tórur og Sámal skutu ávikavist 86 og 84 dúgvur, sum vóru tey bæði bestu avrikini av øllum, so teir tilsamans fingu 170 dúgvur. Cayman Islands vann silvur við 158 dúgvum og Gotland bronsu við 155 dúgvum.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við formannin í Skjótisambandinum.