Sámal hevur úr at gera

Sámal Hansen, ið smíðaði 10-mannafarið Eysturoying í 1998, hevur úr at gera, bæði við at byggja bátar og umvæla teir, hann hevur bygt – Eg føli stóra ábyrgd fyri øllum mínum bátum, sigur Sámal Hansen úr Runavík

- Eg føli stóra ábyrgd fyri øllum mínum bátum, og tí mugu umvælingar takast fram um nýggju bátarnar. Nú megni eg at smíða einar fimm nýggjar bátar um árið, og nógvu umvælingarnar gera, at eg mangan ikki kann halda gjørdar avtalur, sigur Sámal Hansen, bátabyggjari úr Runavík.


Áhugin byrjaði tíðliga

Sámal byrjaði at rógva á ungum aldri. Longu sum 16-17- ára gamal róði hann á fyrsta sinni, og hevur líka síðan tá hav tein brennandi áhuga fyri hesi hørðu ítrótt.

Sámal minnist, at hann longu tá, byrjaði at hava til vana at trýna inn á gólvið hjá Andreasi Hammer, ið var bátabyggjari.

- Haðani stavar fasinatiónin av fakinum, hóast eg ikki beit merki í mannagongdirnar, ið nýttar vóru. Men áhugin má vera vaktur har, sigur Sámal, ið minnist at tað var hugnaligt at trýna inn á gólvið hjá Andreasi.


Kappróðrarbáturin fyrr

Síðan einaferð, seinast í 50-unum, hevði Niklas í Koltri verið nærum einarráðandi innan bygging av kappróðrarbátum, hóast ein fuglfirðingur, við navninum Engelbrett, ið millum aðrar, bygdi Stráluna og Snopprikk.

Niklas byrjaði við at byggja kappróðrarbátin Miðving, og tað var seinast í 50-unum, og tá hann seinast í 80-árunum, steðgaði sítt yrki, hevði hann bygt so gott sum allan flotan, ið tá kappaðist í føroyskum kappróðuri. Í 60-unum hevði hann sína glæsuligastu byggitíð, tá vinnan, av røttum blómaði upp.


Nýhugsan mátti til

Sámal byrjaði í 1996 at hyggja eftir sniðum og mátum á teimum nýttu bátunum, á ymsu stevnunum, og so fór hann í holt við at byggja sín egna bát, ið eftir ætlan, skuldi vera skjótari og lættari enn teir gomlu. Hann legði dent á, at springið skuldi vera pent.

Fyrsta royndin hjá Sámali, at byggja ein kappróðrarbát varí 1996, tá hann bygdi Kjøl, og hann mannaði hann við fólki ymsa staðni frá. Sjálvt um venjingarstøðan var lítil og ongin, megnaðu teir at liggja heilt frammaliga, í hvørjum róðuri, og hetta fekk feløgini kring landið at opna eyguni fyri hesum nýklakta bátabyggjaranum úr Runavík, ið er útbúgvin maskinsmiður. Fyrispurningarnir øktust alsamt, og í 1998 lat hann úr hondum Eysturoying, og hesin guli báturin, ja honum nýtist onga víðari frágreiðing. Hann hevur myndað oddin í føroyskum kappróðuri líka síðan.


Ikki longur ein hjávinna

Tá Sámal byrjaði at byggja bátar, var tað bert ein lítil hjávinna hjá honum, men so hvørt sum eftirspurningurin vaks, var hann greiður yvir at hann noyddist at nýta meira tíð til nýggju vinnuna. Í januar í 2000, tók Sámal so tað avgerð, at hann tók farloyvi frá arbeiði sínum, og byrjaði at byggja bátar, sum fulltíðarstarv.

Málið er rokkið

Málið, ið Sámal setti sær er langt síðan rokkið, og hann umhugsar, hvat hann nú fer at gera.

- Mítt mál er langt síðan rokkið, og arbeiðsbyrðan er sera tyngjandi til tíðir. Eg havi bygt ein bát, í hvørjari bátastødd, og tað er so eisini rokkið nú, sigur Sámal Hansen

Økta arbeiðstrýstið og fyrispurningarnar hava fingið meg til, í trý ár, at umhugsa at gera bátabyggingina til eina hjávinnu aftur. – Tað er oftani strævið at standa einsamallur og arbeiða, sigur hann og leggur afturat at hann fegin hevði vilja sæð aðrar bátabyggjarar koma inn í vinnuna eisini. So longi sum teir hava nakað originalt at bjóða. Annars er tað líkamikið, um man ikki kann levera eina vøru, ið man 100% sjálvur kann standa fyri, og sum ikki eru ”margfaldingar”. Hetta hevur Sámal Hansen úr Runavík at siga, um nakar umhugsar at fara inn í hesa áhugaverdu vinnu.


Framtíðin

Sámal vónar at so nógvar manningar sum gjørligt, kunnu manna 10-mannaførini kring landið í ár. Vit mugu fáa eina megnarkapping í aftur kappróðurin, tí tað er lítið mennandi fyri ítróttina og íðkarar tess, at eitt kappingarár, sum til dømis í fjør, kemur fyri. Eysturoyingur fekk onga kapping frá hinum, og vann við fleiri bátslongdum í hvørjum einasta róðuri. Hetta má ikki koma fyri aftur, sigur Sámal Hansen, ið er spentur uppá komandi kappingarár.