Tá venjarin hjá AB, Sámal Erik Hentze var spurdur á Rás2 seinnapartin, um hvussu hann vildi seta orð á tann fyrsta triðingin av kappingini, dróg hann fram bæði tað neiliga og jaliga.
Sámal Erik Hentze undirstrikar, at tað er sjálvandi ikki nøktandi við bert tveimum stigum, men tá ræður um spælið og hugburðin hjá spælarunum, so er hann rættiliga væl nøgdur. Men AB-venjarin iðrar seg kortini um allar teir brendu málmøguleikarnar, sum burdu givið fleiri mál og harvið fleiri stig.
Tað er við góðum vónum, at venjarin hjá AB sær fram ímóti uppgávuni ímóti ÌF á heimavølli á Argjum í morgin klokkan 16.
Tað ber til at hoyra prátið, sum Rás2 hevði við Sámal Erik Hentze í ljóðbrotinum undir greinini.