Sámal Erik Hentze gjørdist meistari við HB í fjør, men valdi í ár ikki at venja nakað lið. Seint í summar sendu argjamenn boð eftir honum, tá Allan Mørkøre ikki hevði fingið nøktandi úrslit. Teir báðir skuldu lyfta AB uppeftir stigatalvuni, men Allan Mørkøre gjørdist síðani venjari hjá B36 og so var Sámal Erik Hentze einsamallur við róðrið.
Tað eydnaðist honum ikki at lyfta AB úr botninum, men eftir øllum at døma eru tey á Argjum væl nøgd við Sámal Erik Hentze, nú tey velja at leingja sáttmálan við tveimum árum.