Sølvi Reinert Hansen er í dag valdur í altjóða Oyggjaleikanevndina og skal sita har komandi tvey árini.
Sølvi Reinert Hansen, sum er fyrrverandi forseti í Ítróttasambandi Føroya, var eisini í uppskoti til Oyggjaleikanevndina fyri tveimum árum síðani, men ta ferðin varð hann ikki valdur, hóast hann fekk fitt av atkvøðum.
Sølvi varð stillaður upp aftur til nevndarvalið í dag, og hesaferð lukkaðist honum at verða valdur í nevndina.










