Sølvi: Tað ráddi um at fýra hann av

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Sølva Vatnhamar hjá Víkingi fortelja um málið og sigurin á NSÍ í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við landsliðsspælaran hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar aftaná 3-1 sigurin hjá Víkingi yvir NSÍ við Løkin í Runavík í dag.

 

Sølvi Vatnhamar staðfesti sigurin við at skora til 3-1 við einum góðum skoti: - Tað ráddi um at fýra hann av, sigur landsliðsspælarin um bóltin og skotið hjá sær, sum sat vakurt í netinum.

 

Sølvi Vatnhamar heldur tó, at tað er Hans Pauli Samuelsen, sum bjargar degnum hjá Víkingi við sínum vakra frísparksmáli til 2-1.

 

Sølvi Vatnhamar heldur, at frá 35. minutti til dystarenda spælir Víkingur tann fótbóltin teir duga best. Fyrstu løtuna var tað tamari. 

 

Mikukvøldið tekur Víkingur ímóti TB.