Sølvi Vatnhamar er besti spælari í Føroyum. Tað segði Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen eftir dystarlok millum Víking og ÍF ígjár. At liðformaðurin segði hetta júst í gjár komst sjálvandi av, at Sølvi Vatnhamar skoraði hattrikk ella trý mál ímóti ÍF. Tey skoraði hann í 23., 40. og 55. minutti.
Sølvi sá gula kortið tríggjar minuttir eftir, at hann hevði skorað síðsta málið. Men tað er hvørki hattrikkið ella gula kortið, sum ger, at miðvallarin skrivaði søgu.
-Eg havi ongantíð áður skorað hattrikk í bestu deildini. Tá ið eg nú legði fyri longu í fyrsta minutti við at gera sjálvmál, var tað eyka søtur biti at skora trý mál og harvið at virka við til, at vit vunnu og halda tørn um góða gongdina, sigur Sølvi Vatnhamar.
At ein og sami spælari skorar hattrikk og ger sjálvmál í sama dysti kemur heilt sjáldan fyri, og tað er í hvussu so er ongantíð áður komið fyri í bestu føroysku deildini
Ivan Eginsson Eysturland er ein av teimum í Føroyum, sum veit mest um altjóða fótbólt. Hann veit einki annað dømi um spælara, sum fyrst hevur skorað sjálvmál og síðani hattrikk:
-Einasta dømi um nakað, ið líkist hasum, og sum eg veit um, var í landskappingardysti í Onglandi í 1976. Tað var Aston Villa, sum spældi ímóti Leicester, sum nú hevur vunnið meistaraheitið. Úrslitið var 2-2, og tað var heilt serligt, at norðurírski Chris Nicholl skoraði øll fýra málini. Hann gjørdi við øðrum orðum tvey sjálvmál, og hann skoraði bæði málini hjá Aston Villa!
Tað hoyrir eisini við til søguna um Sølva, at hann var ikki sørt skaðaplágaður í gjár:
-Eg havi havt trupulleikar í hælsinuni. Tá ið tað er so stutt millum dystirnar, er tað torført at koma seg heilt, men tað er hugaligt at spæla, og eg eri fegin um, at eg spældi ímóti ÍF, og at tað gekk, sum tað gjørdi, sigur Sølvi Vatnhamar.
Kanska onkur finnur dømi um annan spælara, sum hevur skorað sjálvmál og síðani hattrikk!