Sølvi og víkingarnir eru øgiliga lættir

Liðformaðurin hjá EB/Streymi ásannar, at tað er ov nógv upp og niður hjá hansara liði

Tað endaði 2-0 til gestirnar, tá ið EB/Streymur í kvøld hevði vitjan av Víkingi.

Vongverjin í høgru, Ari Olsen, sum var rættiliga framrættaður, setti hol á, tá ið tað restaðu sjey minuttir, og innskifti Jákup Johansen staðfesti sigurin, tá ið vanliga leiktíðin var um at vera farin.

Í báðum førum var tað Sølvi Vatnhamar, sum átti næstsíðsta fótin á. Í fyrra førinum var tað við innleggi úr vinstru, og í seinna førinum var tað eftir innlegg úr høgru. Í báðum førum sektaði Víkingur heimamenninir, tá ið teir ikki vóru nóg neyvir í samanspælinum.

-Kenslan er ógvuliga góð. Gongdin í kvøld minti nógv um soleiðis, sum hon hevur verið, tá ið vit hava mist nógv stig. Vit kenna tað sum tap, at vit ikki hava vunnið ímóti AB og TB, og tá ið vit taptu 2-1 á heimavølli ímóti ÍF, vóru vit størsta partin av tíðini leikliga omaná. Tað siga tølini, men veruleikin er, at vit taptu ímóti ÍF, og at vit ikki vunnu ímóti AB og TB. Tíbetur eydnaðist tað í kvøld at halda mótstøðumonnunum frá at skjóta mál, og so eydnaðist tað at enda at fáa tey bæði málini. Leikliga vóru vit greitt omaná, og nú eydnaðist tað at vinna fulla úrtøku, sigur væl nøgdi Sølvi Vatnhamar.

Hjá Víkingi vóru Vukasin Tomic, Lukasz Cieslewicz og Jákup Johansen á beinkinum. Í seinna hálvleiki vórðu teir allir skiftir inn.

EB/Streyma liðformaðurin Andras Ó. Olsen harmast um, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku:

-Síðstu umførini hava vit vart væl, og tað gjørdu vit eisini í kvøld. Tá ið tað restaðu tíggju minuttir, høvdu vit eftir horna møguleika at skora, men tað eydnaðist ikki. Um vit høvdu skorað tá, so rokni eg við, at tað hevði eydnast at halda tørn. Sum gongdin var í kvøld kunnu vit ikki siga so nógv um tað, at Víkingur vann, men vit eru vónbrotnir, tí vit ætlaðu okkum at vinna úrtøku.

Hvussu eru tit nøgdir við gongdina higartil?

-Vit høvdu vónað at havt okkurt stigið aftrat. Tá ið tað gongur væl, hava vit møguleika ímóti øllum, og tá ið vit eru á botninum, so kunnu vit tapa ímóti øllum, sigur EB/Streyma liðformaðurin.  

 

EB/Streymur – Víkingur 0-2 (0-0)

0-1: Ari Olsen

0-2: Jákup Johansen

Dómari: Alex Troleis

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Magnus Jarnskor, Árni G. Olsen (Teitur D. Olsen, 66.), Andras Ó. Olsen, Ragnar B. Danielsen – Mikkjal Hellisá, Fannhard Skoradal – Niklas T. Kruse (Magnus Heinason, 78.), Gestur B. Dam, Símun Sólheim (Rói H. Olsen, 73.) – Gutti Dahl-Olsen

Gult kort: Gestur Bogason Dam, Teitur D. Olsen

Venjari: Jákup Martin Joensen

Víkingur: Elias Rasmussen – Ari Olsen, Atli Gregersen (Vukasin Tomic, 89.), Noah Mneney, Elias Lervig – Geza David Turi (Lukasz Cieslewicz, 75.), Bogi Reinert Petersen, Gunnar Vatnhamar, Ingi Jonhardsson (Jákup Johansen, 69.) – Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen

Gult kort: eingin

Venjari: Eyðun Klakstein