Sølvi: Málið gav okkum ró

(Frá Rás2) Víkingur megnaði tað, sum KÍ og HB ikki megnaðu. At skora ímóti Skála

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Rás2 gjørdi við landsliðsspælaran hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar aftaná 1-0 sigurin hjá Víkingi ímóti Skála í Sarpugerði í Norðragøtu fyrr í dag. 

 

Sølvi Vatnhamar ásannar, at Skála er eitt lið, sum ikki er lætt at bróta niður, men tá Víkingur fekk sigursmálið hjá Sorin Anghel kom meir ró yvir spælið. Hvørki KÍ ella HB megnaðu at skora ímóti Skála, men hava spælt javnleik 0-0 ímóti skálamonnum. 

 

Tó heldur Sølvi Vatnhamar, at Víkingur brendi dekan ov nógvar málmøguleikar í dystinum í dag.