Sølvi fekk fyrstu bókina

Sølvi Vatnhamar fekk fyrsta eintakið av Føroyskur fótbóltur 2016

ÍtróttarSosialurin legði í dag fram nýggju árbókina Føroyskur fótbóltur 2016. Fyrsta eintakið fekk Sølvi Vatnhamar, sum er á forsíðuni á bókini. Hann bleiv i ár kosin til ársins spælara.

 

Miðalhúsið hevði í dag móttøku í samband við at bókini, sum tekur samanum alt fótbóltsárið 2016, verður útgivin. Bókin er 192 síður og fevnur um menn, kvinnur og yngru deildirnar.

 

Bókin tekur samanum landskappingarnar, steypakappingarnar, avbjóðingarnar í Evropa, útisetarnir, A-landsliðið hjá monnum og kvinnum, U21-landsliðið og yngru landsliðini. Eftir ætlan verður bókin ein fastur táttur hvørt ár.

 

Útgevari er Sosialurin. Føroya Prent eigur snið, umbróting og prent. Bókin kostar 200,- krónur.