Sólvá Funding er fødd og uppvaksin í Funningi. Hon flutti til Danmarkar í 1965 og lærdi til sjúkrasystir í Keypmannahavn, har hon arbeiddi í 14 ár. Hon hevur eisini arbeitt sum sjúkrasystir í Holstebro og í Kolding. Seinastu 16 árini hevur hon arbeitt sum heimasjúkrasystir í Vejen Kommune. Vejen liggur í Suður-jútlandi millum býirnar Esbjerg og Kolding. Sólvá sum í dag er 59 ára gomul, hevur í mong ár verið limur í Socialdemokratiska flokkinum. Til býráðavalið í 2001 stillaði hon upp fyri flokkin, og bleiv hon við 244 persónligum avkvøðum vald inn í býráðið í Vejen Kommune, har hon situr í sosialu nevndini. Heilsumál hava hennara stóra áhuga. Við sínum uppvøkstri í Føroyum og sínum arbeiði sum sjúkrasystir, heldur hon seg hava góðar fortreytir fyri at gera eitt gott arbeiði innan heilsuverkið í býnum. Sólva er gift við djóralæknanum Niels Therkeldsen, og eiga tey sonin Thomas og dóttrina Signe. Tey búgva í bygdini Gamst, 3 km uttanfyri Vejen. Eftir at hava verið í silvurbrúdleypi hjá beiggja sínum og vitjað familju og vinfólk í Føroyum í eina viku, fór Sólvá aftur til Danmarkar í dag.










