»Persónligheit og hugni« eru lyklaorðini aftanfyri ársins sølustevnu sum ítróttarfelagið B71 skipar fyri um vikuskiftið. Stevnan verður sett nú kl. 15 í Meginskúlanum av Elisabeth Myllhamar, sum sjálv er íðin fótbóltsfjeppari.
Á stevnuni fara omanfyri 20 fyritøkur og handlar úr Sandoynni og aðrastaðni frá at luttaka, eins og nógv verður gjørt burtur úr undirhaldinum.
Kunningarstovan í Sandoynni fer eisini at luttaka, eins og eitt hugnakvøld verður í Virkinum leygarkvøldið.
? Vit kunnu lova, at tit verða eins ovfarin av hesi sølustevnuni, sum tit vóru av formulaliði felagsins í fjør, siga fyrireikararnir