Søluátak fyri knæull ella upplýsing um grundlóg

Jan A. Joensen átti at sett seg inn í tingini, áðrenn hann roynir at spæla stuttligur

Formaðurin í landsnevnd Sjálvstýrisfloksins, Jan Asbjørnson Joensen, hevur ordiliga svingað seg upp í bløðunum í mánadagin.

Sjúrður Skaale er, heldur hann, farin ”til Kongens København at gera okkum føroyingum fyri skommun við piprandi knøum eins og kærar á trappunum á Christiansborg”. Og at eg havi gjørt Christiansborg til ”fremsta søluátak fyri føroyskari knæull”.

Og so heldur Jan seg helst hava víst, at hann ikki er heilt óeffin, tá tað snýr seg um oratorisk snildi...

Hvussu væl hann dugir at jonglera við orðum skal eg lata onnur meta um. Onkur heldur helst at hann er heilt fiksur. Men innihaldinum í greinini er lítið høpi í!

Tað, Jan hevur so ilt av, er, at eg havi spurt forsætisráðharran um hann viðurkennir, at tað ikki er danska grundlógin, men vilji Føroya fólks, sum er evsta rættarkelda í Føroyum.

Hetta er viðkomandi, tí í uppskotinum til føroyska stjórnarskipan stendur, at føroyingar hava rætt loysa seg úr sambandinum við Danmark. Fáir føroyingar ivast í, at vit hava henda rætt. Og henda rætt fáa vit, sum Jan sjálvsagt veit, ikki úr donsku grundlógini.

Eg haldi tað ikki vera nakran trupulleika, tí Føroya fólk hevur hvørki skrivað ella viðtikið donsku grundlógina, og vit hava ikki heimild at broyta hana. Tí er hon ikki okkara grundleggjandi rættarkelda. Okkara grundleggjandi rættarkelda er vilji Føroya fólks.

 

Danska støðan

Men hesum eru danskir myndugleikar ikki samdir í.

Føroyska uppskotið til stjórnarskipan verður í løtuni kannað í forsætismáláraðnum, og sum eg skilji vendir tummilin niður. Hildið verður, at føroyingar ikki hava rætt at samtykkja uppskotið.

Spurningurin um okkara rætt at seta stjórnarskipanina í verk varð eisini reistur í fólkatinginum í februar. Ikki av mær, men av Dansk Folkeparti. Og tá segði Fogh Rasmussen, at ”så længe Færøerne er en del af rigsfællesskabet, har Færøerne ikke kompetence til at vedtage regler (i form af en færøsk grundlov), som skal have forrang for grundloven.”

Hetta hevur verið niðurlagið, hvørja ferð málið hevur verið umrøtt: Danska grundlógin stendur ovast, og einki kann samtykkjast í Føroyum, sum ikki byggir á hesa grundlóg.

 

Mín skylda

Tá hetta verður ført fram fleiri ferðir, so havi eg hildið tað verið mína simplu plikt sum føroyskur folkatingslimur at boða frá hvussu mín flokkur - og ein stórur meiriluti av føroyingum - síggja málið.

Hetta havi eg gjørt í røðum og gjøgnum fyrispurningar. Minst til: Endamálið við einum fyrispurningi er ofta at lýsa samanhangin í einum máli. Tað er ein góður háttur, tí ráðharrin er tvingaður at taka støðu til tekstin í einum fyrispurningi.

Eg havi ikki ”spurt um loyvi" til nakað sum helst, men greitt frá hvussu eg síggi málið - og hví eg haldi, at Fogh´sa fatan er skeiv. Tað hevur altso verið talan um upplýsing fyrst og fremst. Upplýsing, sum vónandi kann føra til dialog, og forða fyri samanbrestum seinni.

 

Embætis-politikarar

Annars er mín hugsan um stjórnarskipanina, at vit sjálvsagt skulu samtykkja hana. Tað má ikki henda, at vit lata okkum forskrekkja av, at forætisráðið kallar tað grundlógarbrot.

Embætismenn søgdu eisini, at heimastýrið var grundlógarbrot – inntil tað kom ígjøgnum. At yvirtaka undirgrundina søgdu teir eisini vera grundlógarbrot – inntil yvirtøkan varð framd.

Sakin er tann, at metingar hjá embætismonnum nærum altíð eru politiskar metingar. Tær verða brúktar av politikarum, tí tað er nógv lættari politiskt at siga: "Grundlógin forðar tí" enn at siga "eg sigi nei".

Hetta er eisini nakað, eg havi víst á í fólkatinginum í sambandi við tað, embætismenn hava sagt um okkara stjórnarskipan.

. Ikki tí eg vil geva meg undir eina danska fatan, men fyri at gera vart við og greiða frá teirri fatan, sum eg og flest aðrir føroyingar hava um hetta.

Hvat eg havi sagt og skrivað, kann Jan lesa inni á tjodveldi.fo. So sær Jan, at eg aldrin havi ”gjørt føroyingum fyri skommum” ella ”spurt danir, hvar føroyingar meina”, sum hann kastar mær fyri.

Tað, Jan so forhánisliga kallar ”søluátak fyri knæull”, er upplýsing um eitt mál, har bæði fólkatingið og stjórnin hava ført fram sjónarmið, sum fáir føroyingar góðtaka.

Hesa upplýsing havi eg sæð sum mína skyldu. Og eg eg haldi tað vera hugstoytt at hoyra, at hevði listi D sitið á fólkatingi, so hevði einki orð verið sagt um tað føroyska sjónarhorni í hesum máli.