Sølmundur gjørdi bart

Intensivasta og tættasta kappingin higartil í dag á jóansøku var tann millum 6-mannaførini við monnum.

 

Sølmundur av Glyvrum vann á norðoyastevnu, men síðani hevur tað gingið skeiva vegin, tí Sølmundur var nummar tvey í Sundalagnum og nummar trý á Skála.

 

Hesa ferð legði Sølmundur seg framum, tá ið startspurturin var gott og væl av, og hann helt oddasessin allan teinin og var stóran skutin undan kappingarneytunum, tá ið teir fóru um málið.

 

Kappingin um næstfremsta plássið var sera tøtt millum teir tríggjar bátarnar úr høvuðsstaðnum – Herning og Jarnbard hjá Knørrafelagnum og Gongurólv hjá Havnar Róðrarfelag. Gongurólvur var akkurát undan teimum báðu bláu bátunum, og í innanhýsis bláu kappingini var Jarnbardur betri.

 

Í startspurtinum vóru Strálan av Strondum og Tvørabáturin millum teir fremstu, men teir megnaðu ikki at halda tørn, tá ið tað galt mest um. Tvøramenn vóru so gestablíðir, at teir vóru aftastir í kappingini um sætta plássið. Ta kappingina vann Riddarin úr Miðvági frammanfyri Rádna úr Fuglafirði og Lóm av Argjum.

 

1 Sølmundur 05:02.08

2 Gongurólvur 05:03.18

3 Jarnbardur 05:04.00

4 Herningur 05:04.05

5 Strálan 05:06.01

6 Riddarin 05:08.00

7 Rádni 05:08.02

8 Lómur 05:08.17

9 Tvørabáturin 05:09.09

 

Støðan

1 Sølmundur 25

2 Jarnbardur 24

3 Gongurólvur 23

4 Herningur 15

5 Strálan 12

6 Riddarin 7

7 Tvørabáturin 5

8 Rádni 1

9 Lómur 0