Tað var leingi tætt og spennandi millum 6-mannaførini við kvinnumanning. Hvessingur, sum lá eystarlaga í feltinum, og Sølmundur, sum var vestari á, fingu besta startin, og mest sum allan teinin stóð kappingin millum hesar báðar bátarnar.
Í endaspurtinum var tó eingin ivi. Sølmundur hevði meiri orku, og í endaspurtinum fór Sølmundur frá næsta kappingarneytanum og vann við einari bátslongd.
6 mannafør kvinnur
1 Sølmundur 05:27.12
2 Hvessingur 05:30.00
3 Riddarin 05:31.12
4 Gongurólvur 05:35.01
5 Lómur 05:47.06
6 Jarnbardur 06:05.14