Umleið 400 sálmar eru nú tøkir hjá fólki at lurta eftir á netinum. Hetta er gjørt, tí ofta verður spurt eftir sálmum, sálmaløgum og ávísum upptøkum, skrivar folkakirkjan.fo.
Kringvarpið hevur allar sálmar í sálmabókini í kringvarpssavninum, hesir verða primert nýttir til morgunlesturin. Í 2009 var sjøtul settu á at syngja sálmarnar inn av nýggjum.
Kringvarpið hava verið runt í Føroyum í ymsum kirkjum og skipað fyri sokallaðum "sálmakvøldum", har KVF lýsti við tiltakinum og fingu fólk at koma at syngja. Sungnir eru inn fleiri hundrað sálmar, men enn er nakað á mál, so hetta er ein støðug gongd, skrivar folkakirkjan.fo.