Mong kenna helst Ann-Mette, sum songkvinnuna, ið gav sanginum “Hjem til Århus” lív, saman við bólkinum “På Slaget 12”.
Men við seinastu útgávu síni fer hon aftur til kristnu røtur sínar. Tí, sum hon sjálv sigur tað: - Sálmarnir nerta við nakað djúpt í øllum menniskjum!
Í desember mánaði í fjør gav hon út fløguna “Vær Velkommen” – hesaferð við kendum donskum sálmum.
Endamálið við fløguni er, at fáa fólk bæði í vertshúsum og heima við hús at síggja dýrgripin í teimum.
Yndlingssálmur hennara er “Hil dig frelser og forsoner”. Hetta er ein játtanarsálmur, sum framvegis rørir við Ann-Mette.
- Hesin sálmurin sigur frá tí kristna boðskapinum, soleiðis at vit fáa hann í síni heild, sigur hon.
Ein djúp ætlan
Spyrt tú kendu songkvinnuna, sum í summar verður 52 ár, so sigur hon seg sjálva vera meiri trúgvandi enn ivandi. Í hennara lívi finnast fleiri kristin spor.
- Longu sum 7-8 ára gomul gekk eg í eini fríkirkju, sum lá beint við barnaheimið.
- Seinni fekk eg eina vinkonu, sum var sera virkin í Frelsunarherinum. Tað gjørdi sítt til, at eg varð soldátur har, frá tí eg var 12 til eg var 18. Eg varð sera fegin um boðskapin og tann sosiala felagsskapin, sigur Ann-Mette við kristna danska vikublaðið Udfordringen.
Í studentaskúlanum kom hon so líðandi burtur frá tí virkna kristinlívinum, men tá hon fór á universitetið í Århus valdi hon kortini at lesa kristnikunnleika.
- Eg dugdi kortini ikki at síggja meg sjálva sum prest, men meiri sum ein ið undirvísti í kristindómi. Tí tók eg kristindóm sum hjágrein og danskt sum høvuðsgrein, sigur hon.
Við nýggju fløgu síni fær hon kortini prædikað á ein annan hátt. Ynskið hennara er við fløguni er at fáa fólk til umhugsan.
- Eg vil geva fólki nakað at hugsa um. Ein hittir jú sálmarnar aftur og aftur gjøgnum lívið. Hóast ein ikki er fastur kirkjugangari, leitar ein jú í kirkjuna, tá tað hendir eitthvørt hjá eins næstringum. Og tað nertir við ein, í roynd og veru soleiðis at ein ikki kann sleppa tí aftur.
- Eg vóni, at tá fólk hoyra sálmarnar so skapar tað eina undran um tilveruna. At tey fáa eina uppliving, har tíðin stendur í stað, og har tey hugsa djúpari um, at vit sum menniskju eru partur av eini størri heild, sigur Ann-Mette við blaðið.
Sálmarnir hava tíðarleys løg við tekstum, sum sjálvandi eru merktir av síni tíð, men sum kortini siga nakað, sum øll menniskju framvegis kunnu brúka.
Eftir hennara hugsan, geva fólk í dag sær ikki nóg góðar stundir til andaligar hugleiðingar.
- Vit gloyma at hugsa um ta djúpu ætlanina við lívinum, slær Ann-Mette fast.
Ikki vandamikið
Ann-Mette svikstartaði við at syngja sálmar, tá hon undir eini konsertferð brádliga sang sálmin “Se nu stiger solen”.
- Eg gjørdist púra bilsin, tá eg sá reaksjónirnar hjá fólki. Eg syngi mest í smáum mentunarhúsum, sum á mangar mátar kunnu samanberast við vertshúsumhvørvið. Í hesum samanhangi koma orðini til at standa á ein nýggjan hátt.
- Her var sera stórur opinleiki, og fólk tóku sálmin til sín. Fyrr plagdu fólk at fáa paniskan ótta, tá tað snúði seg um átrúnað, men í dag er ikki vandamikið at koma við einum teksti sum nevnir Gud.










