Sóljan-VÍF 18-39 (9-17): Einvegis ferðsla

Annan dystin á rað staðfestu VÍF-kvinnurnar munin millum odd og botn

Hondbóltur ? kvinnur

Tað var ikki annað enn væntandi, at VÍF skuldi vinna trygt, tá tær annan dystin í slag spældu móti Sóljuni, og tað var heldur ongan tíð nakar sum helst ivi um dystin.

Mest av øllum var tað bert ein spurningur um at fáa teir 60 minuttirnar at ganga, soleiðis at dysturin varð gjørdur burtur av sær.

Stórt meira er ikki at skriva um dystin, tó at VÍF kanska kundi ynskt sær eina harðari upphiting til stórdystirnar móti hollendsku Hellas, sum verða ávíkavist fríggja- og sunnudagin.

Dysturin í tølum
Sóljan-VÍF 18-39 (9-17)
Málskjúttar:
Sóljan: Asta Petrauskiene 11(3), Heidi Haraldsen 2, Heidi Maria Akselsen 2, Fía Selma Nielsen 2, Sólja Jóanisdóttir 1
VÍF: Ioana Rápa 7(3), Fríða Marjunardóttir 6, Sóley Mikkelsen 6(2), Jacklin Durhuus 5(1), Nicoleta Radu 4, Jórun Ludvig 4, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 3, Alis Høghamar 2, Barbara á Rógvu 1, Randi Kúrberg 1
Brotskøst: Sóljan 3, VÍF 7
Útvísingar: Sóljan 1
Dómarar úr KÍF: Jákup Dam & Vagnur Johannesen